Leygardagin var garðdagur í Barnagarðinum á Teiginum á Sandi. Hópin av foreldrum og børnum møttu upp til ein hugnaligan arbeiðsdag saman við starvsfólkum í Barnagarðinum Dagurin gekk gott, og nógv kom frá hondini, skrivar bkv.fo. Tornið varð takt, ein sandkassi var víðkaður. Børnini hava nú fingið eitt frálíkt stadionøki, samstundis sum alt túnið varð sópað, blómur vóru settar niður, og annað arbeiði varð eisini gjørt, ið trongdi til.