Garðdagur

Leygardagin var garðdagur í nýggja dagstovninum Sólareygað í Havn, har foreldur og børn í felag fríðkaðu um økið uttan fyri og bygdu eitt nú reiggjur, eldstað og rutsjubana.

Tað er fastur táttur á flestøllum ansingarstovnum kring landið, at tað einaferð um árið verður skipað fyri garðdegi, har roynt verður at hampa um uttandura økið á stovnunum til gagns fyri tey, ið hava sína dagligu gongd á stovninum.
Við endan av Sundsvegnum í Havn liggur ein nýggjur stovnur, ið eitur Sólareygað. Stovnurin lat upp í januar mánað, og á stovninum eru fýra vøggustovustovur við 12 børnum á hvørjari stovu. Leygardagin hittust foreldur og børn á stovninum til á stovninum, og nógv var fingið av skafti. Eitt múrað eldstað bleiv gjørt, reiggjustativ og rutsjubanar settir upp, og báturin, ið børnini spæla í, fekk eitt stýrihús. Nógv var fingið av skafti, hóast veðrið ikki var av tí, og regnin oysti niður størsta partin av degnum.

Í tøkum tíma
Tað var eisini í tøkum tíma, at farið var undir at seta hesi ymisku lutirnar upp til børnini at spæla við, tá ið tey eru úti og spæla. Summarið nærkast, hóast veðrið ikki gevur nakrar ábendingar um hetta, og børnini fara ivaleyst í enn størri mun at verða uttandurða, meðan tey eru í vøggustovu.
Harumframt verður skipað fyri móttøku á Sólareygað í dag, og tá skal økið helst verða liðugt, soleiðis at tey, ið hava hug at støkka inn á gólvið, fáa høvi til at síggja, hvussu stovnurin sær út, nú hann er endaliga liðugur.
Onkur vildi kanska sagt, at tað er skeivt, at foreldur fríðka um økið á einum kommunalum stovni, og at tað heldur átti at verið fólk frá kommununi, ið tók sær av hesum. Men tað er tað neyvan nakar av forleldrunum, ið tóku lut í garðdegnum leygardagin, ið hugsaði um, tí øll arbeiddu tey hugagóð. Ein slíkur garðdagur á ansingarstovninum hjá barninum er jú eisini líka nógv ein familjudagur sum ein arbeiðsdagur, og bæði børn og vaksin høvdu stóra gleði av degnum.