Garðarnir fóru illa

Húsavík: Herviligu ódnirnar í vetur hava ikki verið blíðar við teir mongu og vøkru grótgarðarnar í bygdini.

Hetta er eitt av tí sum menn hava gingið høgt uppí. Og so mikið meiri harmiligt var tað at síggja, hvussu veður og vindur fór við teimum.
- Her í Húsavík eru allir grótgarðarnir rapaðir meiri ella minni, skrivaði Sandoyarportalurin fyrr í vikuni.
Nú fara menn at laða teir uppaftur. Og tað er ikki hissini arbeiði, tí talan er um hundraðtals metrar av falnum grótgørðum.
Í so máta hava menn góða tíð, tí garðarnir skulu ikki vera í seyðahøgum standi fyrrenn hálvan mai.