Garðahandilin byggir út

Í eitt mannaminni hevur handil verið á Gørðunum í Vági, og nú verður handilin bygdur út Gamli handilin á Gørðunum í Vági verður nú útbygdur.

Alex Vilhelm, stjóri, sigur við Suðuroyarportalin, at nú handilin verður bygdur út, verða tað væl størri møguleikar og ikki minst, so kunnu tey bjóða ein nýggjan og spennandi handil fram. Norður- og eystursíðan á bygninginum verður glas, og verða ymiskir avslutningar gjørdir við mahogni, og fer hetta at pynta nógv um, væntar Alex Vilhelm.

Í vikuni eru sperrur reistar, og Alex Vilhelm sigur við Suðuroyarportalin, at tey vænta at verða liðug við útbyggingina áðrenn 1. desember í ár. Handilin er opin sum vant meðan útbyggingin fer fram.