Gapandi tómar kirkjur í Danmark

Sjálvt um meirilutin av dønum ynskja, at kirkjan gerst leys av statinum, og nógvar kirkjur standa gapandi tómar, so er ongin ætlan um at skerja heilidagarnar. Nógvar kirkjur í Danmark standa gapandi tómar 2. páskadag, skrivar Kristelig Dagblad. Tí hevur spurningurin tikið seg upp, um hesin dagurin átti at verðið strikaður sum heilidagur. Hesum er ein meiriluti í kirkjunevndini í Fólkatinginum kortini ímóti.

- Frídagarnir eru ein partur av okkara kristna arvi, og eg trúgvi, at tey flestu verja um tann mátan, vit liva uppá. So kann tað gott vera, at boðskapurin ikki nær út í øll heimini, men gleðin nær út. Og gleðin er ein partur av boðskapinum, sigur Bente Dahl, sum er framsøgukvinna í kirkjumálum hjá Radikala flokkinum.

Talið av heildøgum hevur javnan verið uppi og vent í Danmark, men skerjingar hava ikki fingið undirtøku í nýggjari tíð.

Í 2001 kom uppskot um at strika Dýra Biðidag, men hetta fall.