Ágangurin ímóti Havnini skal steðgast

Samgongan sleppur ikki at flyta ein almennan stovn út á bygd, tað fer Heðin Mortensen at syrgja fyri

– Eg havi tikið støðu, og tann støðan er, at tað verður ikki eitt tað einasta almenna arbeiðspláss flutt úr Havnini so leingi hendan samgongan situr.

 

Tað gjørdi Heðin Mortensen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin, púra greitt í Løgtinginum fyri eini løtu síðani

 

Heðin Mortensen er eisini býráðslimur í Havnini og nú løgtingið viðger eitt uppskot um at kanna, hvussu almennir stovnar kunnu flytast úr Havnini á skynsamiligan hátt, sigur hann rætt og slætt, at tað fer hann undir ongum umstøðum at góðtaka.

 

Annars eru umboð fyri Fólkaflokkin, Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin, Tjóðveldi, og Framsókn, umframt Sonja Jógvansdóttir, uttanflokstingkvinna, samd um, at landsstýrið skal kanna.

 

Men samgongan telur bara 16 tinglimir, umframt at Sonja Jógvansdóttir hevur lovað at stuðla henni. Men tað merkir, at sostatt hevur samgongan so tepran meiriluta, at hon tolir ikki at missa eina ta einastu atkvøðu, so missur hon eisini meirilutan.  

 

Og Heðin Mortensen ger nú púra greitt, at hann fer ikki at góðtaka, at eitt tað einasta arbeiðspláss verður flutt úr Havnini, í hvussu so er so leingi, hendan samgongan situr.

 

Hann heldur, at tað, hann kallar at kallar ágang í Havnina, skal halda upp at og at tey í Eysturoy, og aðrastaðni, eiga at vera nøgd við ta alivinnu, og fiskivinnu, tey hava og tí skulu tey ikki eisini gera seg inn á tað, sum er í Havn.

 

Hann er eisini sannførdir um, at verða almennir stovnar fluttir, ella liðaðir sundur, verður einasta avleiðingin, at tænastan fer at versna og umsitingin verður dýrari.