Haldi, at eg fari at leggja í vaðið, nú øsingin um Landssjúkrahúsið kortini er.
Seinastu dagarnir hevur samstarvsbólkurin á Landssjúkrahúsinum kravt løgmann á fund, tí hesi kenna seg ótrygg á arbeiðsplássinum, og hava hildið seg verið fyri misáliti, meðan tey hinvegin siga, at tey hava fult álit á leiðsluni.
Temasendingin hjá Kringvarpi Føroya herfyri var áhugaverd, har ymiskar meiningar og metingar sluppu til orðanna. Sum vituligt er, hevur nógv verið frammi fyrr, men tørvandi peningurin hjá sjúkrahúsverkinum er bert øktur.
Kundi seinni hugsað mær í serstakari grein at viðgjørt orðini hjá kenda og væl umhildna yvirlæknanum á Landssjúkrahúsinum, Jón á Steig, tá hann í tónlistamáli crescenderaði, og meðan hann skifti klangfarvu (ella ljómlit) við dramatiseraðum orðum segði, at skal skil fáast á Landssjúkrahúsið, má Klaksvíkar Sjúkrahús niðurleggjast, tí longu eftir kríggið varð sjúkrahúsið í Vágum niðurlagt.
Ja, hvat halda tit um hesar ómotiveraðu útsagnir, sum næstan bert er endurtøka av hansara undangongumonnum. Er nakar sum framvegis trýr hesum?
Primitiv, ómanslig og elendug framferð
Seinastu 30 árini hava yvirlæknar á Landssjúkrahúsinum kappast um at geva Klaksvíkar Sjúkrahúsi skuldina fyri, at Landssjúkrahúsið hevur ligið í trupulleikum.
Hevði Klaksvíkar Sjúkrahús verið niðurlagt, so høvdu vit eitt betri sjúkrahúsverk.
Hetta er primitiv, ómanslig og elendug framferð, tí ovurnýtslan hjá Landssjúkrahúsinum bara seinastu tvey árini er umleið tað sama, sum bæði Suðuroyar og Klaksvíkar sjúkrahús hava í rakstri til alt sítt virksemi samfeld, og framvegis resta Landssjúkrahúsinum 30 mió. krónur omaná.
Nú talan er um at kenna seg tryggan á arbeiðsplássi, áttu starvsfólkini á Landssjúkra-húsinum, brúkt eina løtu og sett seg niður at hugsa um ágangin á Klaksvíkar Sjúkrahús, ikki frá vanliga føroyinginum, men júst frá yvirlæknum og leiðslu á einum arbeiðsplássi, sum hevur verið og er í trupulleikum, við broytingum frá eini- til trístreingjaða leiðslu, frá einfaldum stýrislagi til deplar. Nú er so ætlanin at seta ein stjóra omanfyri alt.
Fer løgmaður á fund og letur seg eyðmýkja, sum kundi verið honum líkt, heldur enn at vísa seg sum sterkan leiðara, verður okkara fremsta sjúkrahús bert koyrt longur út á eggina, og strembanin eftir at niðurleggja eitt vælvirkandi sjúkrahús fer at økjast.
Fekst at virka
Sjálvur var eg bæði limur og formaður í Klaksvíkar sjúkrahússtýri frá 1977 til 1984, tá sjúkrahúsið var í síni uppbyggingarfasu. Yvirlæknarnir á Landssjúkrahúsinum vóru eins grovir tá. Teir vildu ikki hava samstarv, hóast vit buðu okkum til at hjálpa.
Nei, eg sigi sum Asbjørn Lómaklett so skilagott segði bløðunum nú um dagarnar, um so var, at Landssjúkrahúsið einferð skuldi farið at virkað, er kortini skeivt at niðurleggja Klaksvíkar Sjúrkahús, sum virkar væl, sum hevur virkað fyrimyndarliga væl seinastu 30 árini hóast dygga ágangin og uppgangin frá bæði Landssjúkrahúsins yvirlæknum og leiðslum, og serliga nú Norðoyatunnilin ger tað lættari hjá fólki at koma frá meginlandinum, og økissjúkrahúsið hjá eysturoyingum er nærkað.