Ágangur ímóti kristnum í India

Víðgongdir hinduar hava sett eld á fleiri kristnar bygdir í India, og minst eittm fólk hevur latið lív

Fleiri hundrað vápnaðir løgreglumenn eru á varðhaldi í fleiri bygdum og býum har eystruri í India, eftir at víðgongdir hinduar hava gjørt seg inn á tey kristnu, sum búgva har.

 

Í landspartinum Orrisa hava víðgongdir hinduar sett eld á fleiri kristnar bygdir og minst seks kirkjur hjá teimum kristnu, og sambært løgregluni hevur ágangurin kravt minst eitt mannalív. Í gjár gjørdi landspartastjórnin av at lýsa útigongubann í fleiri bygdum og býum í einari roynd at steðga áganginum.

 

Umleið 2,5 prosent av indiska fólkinum eru kristin.