Ágangur

Bretska blaðið The Daily Telegraph vil vera við, at ST-hermenn hava misnýtt børn í Sudan kynsliga. Blaðið hevur roynt at fáa eina viðmerking frá ST, men uttan úrslit. Hetta er ikki fyrstu ferð, at ST-hermenn verða lagdir undir slíkt, og 179 hermenn og starvsfólk hjá ST eru fyrr revsað fyri at hava misnýtt børn kynsliga.