Í dag fór Viljormur Davidsen til arbeiðis aftur. Summarfrítíðin hevur ikki verið so longu, tí tað eru bara ellivu dagar síðani, at Viljormur Davidsen var fyri 50. ferð á landsliðnum. Tað var í vinardysti á heimavølli ímóti Liktinstein, sum noyddist úr Føroyum við stórum tapi. Viljormur Davidsen staðfesti metstóra føroyska sigurin, tá ið hann umsetti brotsspark til 5-1.
Síðsta kappingarár eydnaðist tað Viljormi Davidsen og liðfeløgunum at varðveita plássi í bestu deildini.
Nú teir eru farnir undir nýtt arbeiðsár er nýggjur høvuðsvenjari og fleiri nýggir hjálparvenjarar. Nýggjur høvuðsvenjari er Carit Falch, ið síðsta kappingarár var venjari hjá Lyngby, sum flutti niður í næstbestu deildina.
Nýggi venjarin og Vejle Boldklub hava mannað venjaratoymið av nýggjum. Hjá fótbóltsáhugaðum føroyingum er tað merkisvert, at nýggi málmansvenjarin í Vejle eitur Andras Gango. 37 ára gamli Gango er ættaður úr Ungarn. Í 2006 flutti hann til Føroya at spæla fótbólt. Hann var málverji hjá ÍF fram til 2009, og síðani var hann í NSÍ, KÍ, 07 Vestur og Skála, áðrenn hann í 2018 gavst at spæla.
Andras Gango hevur útbúgving sum málmansvenjari. Hann hevur eitt nú verið málmansvenjari hjá U-21 landsliðnum í fleiri ár, hann var málmansvenjari í Tromsø IL í Noregi frá 2019 og fram til í summar, og í dag er hann farin í nýtt starv sum málmansvenjari hjá Viljormi Davidsen og hinum í Vejle BK.
Fyrsti landskappingardystur hjá Vejle BK í nýggja kappingarárinum verður sunnudagin 18. juli. Tað verður á heimavølli ímóti Randers FC.