Tað hevur ligið í luftini, síðani ungarski málverjin, Andras Gango, fyrr í vikuni fór at venja í Runavík, at hann fór at skifta frá ÍF til NSÍ. Men ikki fyrr enn í gjárkvøldið komu fuglfirðingar og runavíkingar ásamt um, at skiftið letur seg gera sum partur av einum hálvavegna býtishandli.
Aftur fyri at lata Gango fara til Runavíkar, fær ÍF 18 ára gamla Karl Løkin til Fuglafjarðar. Karl hevur altíð spælt við NSÍ, burtursæð frá síðstu árunum, tá hann hevur verið á ítróttarskúla og millum annað hevur havt tilknýti til donsku feløgini, OB og Randers FC.
Fuglfirðingar hava eisini ynski um at halda fram við Øssuri Dalbúð, sum ÍF seinnu helvt av kappingini í fjør leigaði frá NSÍ. Men 20 ára gamli framherjin er tó ikki partur av býtishandlinum, ið bara fevnir um Andras Gango og Karl Løkin, so enn er ikki greitt, hvat feløgini bæði kunnu koma ásamt um honum viðvíkjandi.
Góður maður at fáa
Venjarin hjá NSÍ, Pauli Poulsen, er sera fegin um at hava fingið ein nýggjan málverja í hópin, eftir at Meinhardt Joensen fyri tveimum vikum síðani gjørdi av at fara aftur til B36.
– Vit eru fegnir um at hava fingið Andras Gango í hópin, og hann er ein góður maður hjá okkum at fáa, nú vit mistu Meinhardt. Andras er bara 25 ára gamal, so hann hevur bestu árini eftir enn, sigur venjarin hjá NSÍ, Pauli Poulsen, sum nakrar ferðir í vikuni hevur havt Gango til venjing í Runavík.
– Eisini er Andras ein av teimum útlendingunum, sum hava verið í Føroyum, sum er fallin sera væl til og blivin ein partur av samfelagnum. Hann tosar føroyskt, so tað er lætt at samskifta við hann, og so kenna vit eisini frá tí arbeiði, hann hevur gjørt sum málmansvenjari á U21-landsliðnum.
Áðrenn Andras Gango á sumri í 2006 kom til ÍF, hevði hann verið tvey kappingarár í danska felagnum, Aarhus Fremad, og í heimlandinum hevur hann spælt við fleiri feløgum, teirra millum Vasas SC, sum telist millum størstu ítróttarfeløg í Ungarn.