Gango: Ungarsku miðlarnir krevja sigur

(Rás2) Hoyr Andras Gango fortelja hvat ungarsku miðlarnir skriva um HM-undankappingardystin Ungarn-Føroyar

Í hesum døgum stríðist Andras Gango, sum málmansvenjari hjá føroyska U21 landsliðnum at fyrireika seg til EM-undankappingardystin ímóti Georgia, sum verður á Tórsvølli klokkan 17.30 í morgin.

 

Andras Gango staðfestir, at tað hevur gingið væl við málmansvenjingini, og Andras Gango er bjartskygdur um, at føroyska U21-landsliðið kann fáa eitt gott úrslit ímóti Georgia.

 

Vit skiftur eisni orð við Andras Gango um hvat ungarsku miðlarnir skriva um HM-undankappingardystin millum Ungarn og Føroyar, sum verður leiktur í Budapest í annaðkvøld.

 

- Ungarsku miðlarnir halda, at tað er skomm, at Ungarn skal kappast við eina so lítla tjóð sum Føroyar um triðja plássið. Ungarsku miðlarnir krevja allir, at Ungarn vinnur á Føroyum, greiðir Andras Gango frá.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu, sum Rás2/in.fo gjørdi við Andras Gango fyrr í dag.

 

Hilmar Jan Hansen sigur á Rás2 frá U21 EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Georgia, sum byrjar á Tórsvølli klokkan 17.30. Tróndur Arge sigur frá HM-undankappingardystinum millum Ungarn og Føroyar í Budapest, sum byrjar klokkan 19.45. Sendingin á Rás2 byrjar klokkan 16 við upptakt til báðar dystirnar.