Gango til Skála

Skála spílar seg av álvara út til komandi kappingarár

Eitt av teimum aktivaru liðunum, tá tað kemur til at heinta leikarar inn til komandi kappingarár, eru uppflytararnir av Skála.

 

Skála hevur longu boðað frá, at felagið hevur fingið tríggjar nýggjar leikarar afturat hópinum til komandi kappingarár. Teir eru fyrrverandi landsliðsleikararnir Pauli G. Hansen og Jonhard Fredriksberg, umframt fyrrverandi U-21 landsliðsleikarin, Fritleif í Lambanum.

 

Og aftur í kvøld boðar Skála frá, at felagið fær styrk.

Nýggi styrkurin hjá Skála er ein nýggjur málverji. Tað er Andras Gango, sum seinastu tvey kappingarárini hevur vart málið hjá NSÍ, sum skal verja málið hjá Skála komandi kappingarár.

 

Sáttmálin millum Andras Gango og Skála er galdandi fyri komandi kappingarár.

 

Skála verður sostatt tað sætta felagið, sum Andras Gango umboðar í Føroyum. Hann hevur áður spælt fyri ÍF, NSÍ, EB/Streym, KÍ og 07 Vestur.