Fyrr í dag varð tað kunngjørt, at Karstin Hansen verður nýggjur málverji á Skála. Hann er leigaður úr NSÍ og til Skála, har hann fer at avloysa András Gango, sum tvey tey seinastu árini hevur verið fastur maður millum stólparnar.
Nú hevur NSÍ kunngjørt, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við András Gango, sum fer at kappast við Símun Rógva Hansen um plássið í málinum á besta liðnum.
András Gango er ikki ókendur í NSÍ og í Runavík. Hann býr í Runavík, og hann var málverji hjá NSÍ í 2010, 2011 og 2014 og 2015. Tilsaman hevur hann spælt 124 dystir á besta liðnum hjá NSÍ – í landskappingini, steypakappingini og europeisku kappingini.
33 ára gamli András Gango, sum er ættaður úr Ungarn, er ein av veteranunum í føroyskum fótbólti. Hann kom hendavegin í 2006, at spæla við ÍF, sum hann umboðaði fram til og við 2009. Eftir tvey ár í NSÍ spældi hann í 2013 fyrst við EB/Streymi og síðani 07 Vestur. Í 2014 og 2015 var hann aftur í Runavík, og tvey tey síðstu árini hevur hann verið á Skála.
Tilsaman hevur András Gango sambært faroesoccer.com spælt 286 landskappingardystir í bestu deildini, 25 dystir í steypakappingini, ein í Champions League og seks dystir í Europa League.