Gango gevst í ÍF

Á dimma.fo váttar formaðurin í ÍF, Ólavur Larsen, at Gango ikki ynskir at umboða ÍF framyvir.

 

Andras Gango, sum kemur úr Ungarn, hevur framvegis eitt át eftir av sáttmálanum við ÍF, men sum skilst verður hetta ikki nakar trupulleiki.

? Vit vilja sjálvandi ikki seta okkum ímóti einum slíkum ynski, tí vil ein spælari ikki vera hjá okkum, so skal hann sjálvandi sleppa at royna okkurt annað, sigur Ólavur Larsen sambært dimma.fo.

 

Harvið er ÍF næsta felagið í Eysturoynni, sum má biðja málverja sínum farvæl, tí síðsta vikuskifti kom fram, at Meinhardt Joensen skiftir frá NSÍ til B36.