Gangnam Style í berum yvirkroppi

- Verði eg nummar eitt, framføri eg í berum yvirkroppi.

 

Soleiðis segði suðurkoreanski sangarin PSY, sum er maðurin handan hittið "Gangnam Style" fyri nøkrum døgum síðani. Hann lovaði, at kláraði "Gangnam Style" at koma á fyrsta plássið á amerikanska Billboard Hot 100 listanum, so skuldi hann lata seg úr og framføra sangin í berum yvirkroppi.

 

Men eftirsum at amerikanski bólkurin Maroon 5 enn einaferð fór avstað við fyrsta plássinum hesa vikuna við "One more night", væntaði eingin at síggja PSY framføra á palli uttan eyðkenda jakkasetti, hann sum oftast er at síggja í.

 

Men til eina ókeypis konsert í Seul hóskvøldið valdi PSY hóast alt at lata seg úr og framføra hittið í berum yvirkroppi.

 

Hvussu tað sá út, ber til at síggja í niðanfyristandandi videobroti frá Youtube.