Ágangandi lærarar fingið sekkin

Tey bæði seinastu árini hava fleiri hundrað lærarar í Kenya mist arbeiðið, eftir at myndugleikarnir hava funnið teir sekar í kynsligum ágangi ímóti skúlagentum. Myndugleikarnir siga fyri BBC, at 600 lærarar fingu sekkin í fjør, og at higartil í ár eru 550 afturat koyrdir til hús, tí teir høvdu misbrúkt ungar gentur kynsliga.

Tað eru serliga gentur í aldrinum millum 12 og 15 ár, sum ikki fáa frið fyri summum lærarum.

Ein talsmaður fyri skúlamyndugleikarnar sigur, at trupulleikin er størri, enn myndugleikarnir hildu av fyrstan tíð. Nú hava teir skipað eina telefontænastu, sum ungar gentur kunnu ringja til, so tær kunnu fáa hjálp, og soleiðis at teir ágangandi lærararnir verða revsaðir.