Ágangandi flogmýs

Á Kanarisku Oyggjunum halda tey, at teir ógvusligu skógareldarnir í summar hava ávirkað flogmýsnar, so tær eru vorðnar meiri ágangandi enn fyrr. Myndugleikarnir hava fingið fleiri fráboðanir um, at flogmýs hava lopið á húsdjór, og í einstøkum førum hava tær eisini gjørt seg inn á fólk. Ein djóralækni hevur váttað, at hann hevur viðgjørt nøkur ross, sum vóru bitin, og hann er ikki í iva um, at talan var um flogmúsabit, skrivar blaðið Canariposten.