Politiið gjørdi kanningar mánadagin úti á Argjum í sambandi við syndarligu ferðsluvanlukkuna sunnunáttina, sum kravdi lívið á einari 17 ára gamlari gentu.
- Slíkar kannigar taka sína tíð, og tær mugu fyrihaldast teimum avhoyringum, sum vit gera, sigur Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur.
Hann sigur, at innleiðandi avhoyringar eru gjørdar at teimum trimum dreingjunum, ið vóru við í bilinum.
- Men vit skulu gera fleiri avhoyringar av dreingjunum, eins og fleiri kanningar eisini skulu gerast, sigur Jón Klein Olsen.
Hann dugir heldur ikki at siga nakað um, antin førarin ella hinir báðir dreingirnir í bilinum vóru ávirkaðir av rúsdrekka.
- Royndir eru tiknar, sum eru sendar niður til Teknologisk Institutt, men roknast má við, at tað fara at ganga tvær til tríggjar vikur, áðrenn tað úrslitið fyriliggur, sigur Jón Klein Olsen.
Hann sigur, at tær nýtist ikki at vera politistur ella annr serfrøðingur fyri at siga, at ov nógv ferð hevur verið orsøkin til vanlukkuna.
- Tað gongur jú sjón fyri søgn, at hámarksferðin ikki hevur verið yvirhildin. Men um bilurin hevur koyrt 55 km/t, ella 155 km/t er so tað, ið finnast skal fram til. Vit mugu undir øllum umstøðum rokna við, at tað ganga nakrar vikur, áðrenn eitt endaligt úrslit fyriliggur, sigur Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur.