25. apríl 2016 er aftur ætlanin at fara til gongu úr Hvalba til Fámjins, eftir bygdagøtuni, í samband við flaggdaghald í Fámjin.
Túruirn tekur uml. 4 tímar við róligari gongu.
Skipað varð á fyrsta sinni fyri hesum túri í 2014 og vóru uml. 120 fólk við á túrinum. Tá tók tað ímillum 2 tímar og 5 tímar hjá øllum at gjøgnumføra túrin.
Í 2015 vóru nógv fólk tilmeldaði, men tá 25. apríl nærkaðist var vetrarveður. Kavarok av norðri og nakað av vindi var 25. apríl, men hetta forðaði ikki uml. 30 fólkum at fara úr Hvalba og ganga til Fámjins.