Tunnilstrygd
Tað er ingin ivi um, at tey krøv, sum sett verða undirsjóvartunlinum undir Vestmannasundi, verða uppfylt, sigur stjórin fyri tunlinum. Tað verið seg frá brunaumsjón ella øðrum.
Dávur Reinert Hansen, stjóri í partafelagnum Vágatunlinum, sigur, at tey framvegis arbeiða fram í móti, at tunnilin letur upp tann 26. november klokkan 11.00. Enn hevur nevndin ikki annað at halda seg til enn, at alt er klárt til ta tíð.
Um hvørjar avleiðingarnar verða, um okkurt krav ikki er uppfylt til tíðina, sigur hann, at so má handlast hareftir, um støðan uppstendur.
?Skuldi tað hent, at tunnilin ikki verður klárur og hevur uppfylt øll tey krøv, sett verða, fara vit at boða frá tí. Og vit vilja fegnir gera tað so tíðliga sum gjørligt, um so verður, sigur hann.
Enn er tó eingin útgerð til sløkkiliðini, sum skulu inn í tunnilin, um eitthvørt hendir, keypt. Listin var ikki fingin til vega fyrr enn hósdagin.
Fingið listan
Tað er gjørdur ein listi yvir ta útgerð, sum kravd er í samband við trygdina í tunlinum. Har undir eisini brunatrygdina. Talan er millum annað um ein brandbil og luftfløskur, sum í minsta lagi skulu hava luft til hálvanannan tíma hvør.
Samráðingar eru millum leiðsluna fyri Vágatunnilin og avvarðandi kommunur, um hvussu hetta skal skipast. Tær kommunur, ið hava ábyrgd av tunnilstrygdini, eru Kvívíkar- og Sandavágs Kommunur, har tunnilsmunnarnir eru.
Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur, sum umsitir Brunaumsjón Landsins, sigur, at krøvini til undirsjóvartunnilin eru millum annað, at føst vatnleiðing skal liggja gjøgnum tunnilin, ella eisini skal brandbilur við tanga vera tøkur. Hetta verður kravt, so atgongd altíð er til vatn, hvar í tunlinum ein møgulig vanlukka skuldi hent.
Nú er eingin føst vatnleiðing í tunlinum, og tí krevst tangabilur. Ein slíkan hevur Sandavágs Kommuna ikki, og tí má hann fáast til vega.
Ógreitt er tó, um tað er kommunan ella tunnilin, sum skal gjalda hendan bilin umframt aðra útgerð, sum brúkast skal í slíkum føri.
Dávur Reinert Hansen, sigur, at leiðslan fyri Vágatunnilin hevur boðið sær til at bera kostnaðin av tí, sum mett verður at liggja oman fyri tað, sum er eitt rímiligt krav til kommununa.
?Arbeitt verður við hesum málinum í løtuni, men eingin semja er fingin enn, sigur hann.
Skeiðið útsett
Ætlanin var, at eitt brandskeið, við luttøku av brandmonnum úr Kvívík og Sandavági/ Miðvági, sum hava felags sløkkilið, skuldi vera á Brandskúlanum við Áir í komandi viku. Á hesum skeiðnum skuldu teir millum annað læra at brúka ta útgerð, sum kravd er í sambandi við tunnilstrygdina.
Men av Brandskúlanum verður upplýst, at tað skeiðið er útsett, og sigur leiðarin á skúlanum, at ein grund, hann hevur fingið uppgivna, er at eingin útgerð er at venja við.
Tá soleiðis var, varð hildið líka frægt at taka onkran annan á skeið, og tí verður eingin brandvenjing fyri tunnilssløkkiliðsmonnum á hesum sinni.
Dávur Reinert Hansen sigur, at hann hevur frætt, at Brandskúlin hevur gjørt av at taka onnur fólk á skeið. Aðrar viðmerkingar vil hann ikki gera til tað málið.
Sjórin fyri Vágatunlinum hevur ongan hug at gera viðmerkingar til, hvat hendir tann 26. november, um brunaumsjónin tá framvegis krevur, at ymisk krøv skulu lúkast.
?Tað eru ov nógv »um« í hasum spurninginum til, at eg kann taka støðu til hann, sigur Dávur Reinert Hansen. Men vit fara sjálvandi at ganga undir øll sett krøv, og vit arbeiða framvegis við teirri stevnu, at latið verður upp tann 26. november klokkan 11.00.
Mynd - tunnil
Myndatekstur:
Stjórin fyri Vágatunlinum heldur framvegis, at tunnilin verður latin upp tann 26. november sum ætlað
Mynd: Jens Kristian Vang