Leygardagin skipar Gongufelagið fyri gongutúri til Gásadals.
Hetta er ein tungur og brattur túrur.
Bussur fer av Bursatanga kl 14.00.
Minnist til at hava heit og góð gonguklæðir og matpakka við. Tilmelding fer fram á kunningarstovuni í Havn, sigur Visittorshavn, og minnir á, at freistin at tekna seg er fríggjadagin - í morgin - klokkan 16.00.