Ganga til eftir summarfrítíðina

Eftir summarfrítíðina 2004 verða várkonfirmantarnir í Suðurstreymi undirvístir um heystið, og heystkonfirmantarnir um várið

Higartil hava konfirmantarnir í Suðurstreymi gingið at lisið nakrar vikur í skúlatíðini sama hálvár, teir vórðu konfirmeraðir, men soleiðis er ikki longur.
Á fundi 12. januar í ár millum prestar og skúlaleiðarar í Suðurstreymi varð avgjørt at fara undir eina nýggju lesiskipan, har hvør konfirmantflokkur fær undirvísing tveir skemalagdar tímar um vikuna í eitt hálvár.
Várkonfirmantarnir 2005 møta eftir hesi nýggju skipan fyrstu ferð týsmorgunin 24. august 2004 kl. 8.00 - 9.30 og soleiðis hvønn týsmorgun til og við desember. Konfirmantar í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi møta í Havnar kirkju, og teir í vestara prestagjaldi í Vesturkirkjuni. Markið millum eystur- og vesturbýin er Tróndargøta, Varðagøta og Villingardalsvegur. Havið dóps- ella navnabræv við.
Heystkonfirmantarnir 2005 ganga til prest eftir hesi somu ætlan hvønn týsmorgun somu tíð frá januar 2005 til juni. Nærri verður lýst, nær hesir konfirmantar skulu møta.
Prestarnir í Suðurstreymi eru:
Bjarni Bæk
Sonja Klein
Sverri Steinhólm
Jóannis Fonsdal
Heri Joensen
Bergur D. Joensen