Tað eru ikki bara tey, sum fara at rógva kapp, sum fara at bera syrgibind á ólavsøku.
Øll tey hundraðtals ítróttarfólkini, sum eru við í skrúðgonguni ólavsøkuaftan, fara eisini at bera syrgibind.
Skrúðgongan fer úr Kommunuskúlagarðinum, oman á Vaglið klokkan 14 ólavsøkuaftan, tá ið ólavsøkan verður sett.
Fyrr í dag skrivaðu vit á in.fo, at Róðrarsamband Føroya hevur heitt á allar róðrarmanningarnar um at bera syrgibind undir kappróðrinum á ólavsøku, at minnast teir báðar ítróttarleiðarnar, Vilhjálm Gregoriussen, sum var formaður Badmintonsambandinum, og Høgna Carlsson, liðleiðara í badminton, sum báðir doyðu í ferðsluvanlukku sunnudagin.
Andrass Thomsen, í Tórshavnar sigur, at síðani eru sterk ynski komin frá fleiri ítróttarfeløgum um at vísa teimum sama heiður.
Hann sigur, at tí er avgjørt, at á ólavsøkuskrúðgonguni fara øll tey hundraðtals ítróttarfólkini at eisini at bera syrgibind.
- Tá ið ítróttarfólkini møta í Kommunuskúlagarðinum, fáa tey hvør sítt syrgiband, sigur hann at bera í skrúðgonguni, sigur hann.
Hann sigur, at við teimum báðum ítróttarleiðarunum, hava vit mist tveir dyggar stuðlar hjá føroyskum ítrótti.
- Teir hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri føroyskan ítrótt og tískil vilja vit heiðra minni um teir og vísa okkara samkenslu við tey, sum sita eftir, sigur Andrass Thomsen.