Ganga seg frískar

At ganga er sunt og heilsugevandi, siga Fríðrikur Bláhamar og Petur Eirik Djurhuus í Havn, ið ganga nógv úti í náttúruni. Friðrikur hevur fyrr havt trupulleikar við lungunum, meðan Petur Eirik hevur pínu í rygginum, um hann ikki gongur í haganum

Øll tosa um veðrið, men eingin ger nakað við tað, verður sagt í skemti, men nakað tað sama er við kropsvenjing. Nógv verður tosað um, at vit røra okkum ov lítið, uttan at vit taka okkum saman og gera nakað við tað.

Kropsvenjing ávirkar okkara virkisføri og arbeiðsorku í so stóran mun, at um t.d. ein 70 ára gamal persónur, sum heldur seg í form við dagligum gongutúrum og aðrari kropsvenjing, kann vera eins væl fyri og ein 60 ára gamal.

Eisini eru nógv dømi um, at fólk eru lekt fyri ymiskar sjúkur við dagliga at ganga, renna, svimja ella við aðrari kropsvenjing.

Fríðrikur Bláhamar og Petur Eirik Djurhuus í Havn, ið báðir eru sjálvstøðugt vinnurekandi, ganga nógv úti í náttúruni.

Petur Eirik fekk trupulleikar við rygginum fyri umleið 6 árum síðan. Hann gekk bæði til fysioterapeut og kiropraktor, uttan at tað hjálpti nakað serligt. Men kiropraktorin ráddi honum til at ganga í haganum, har lendið er óslætt og bleytt. Hetta hevur hann so roynt við so góðum úrsliti, at pínan er heilt burtur - um hann gongur regluliga. Hann hevur enn ikki fingið staðfest, hvat er í vegin við rygginum, men við at ganga so gott sum hvønn dag, er pínan burtur, og hann hevur tað gott.

Petur Eirik hevur annars íðkað nógvan ítrótt, hann hevur t.d. spælt flogbólt, badminton og innandura fótbólt, men hesir gongutúrarnir í haganum hjálpa best. Tað er nakað við at vøddarnir í rygginum styrkjst við at ganga á óslætta og bleyta undirlagnum.

Fyri umleið tveimum árum síðan komu eisini onkrir aðrir persónar at ganga í haganum saman við Petur Eiriki, ein av teimum var Fríðrikur Bláhamar, sum eisini hevði trupulleikar við heilsuni fyri nøkrum árum síðan. Hann hevði trupulleikar við lungunum, og læknar ráddu honum til at ganga nógv úti í frískari luft. Hetta hevur hjálpt honum væl í allar mátar. Læknin kann staðfesta at lungnaorkan er í topp.


Fríðrikur og Petur Eirik hava eina ávísa rutu, sum teir vanliga ganga. Teir koyra við bili niðan á Oyggjarvegin, síðan ganga teir gjøgnum hagan yvir til vatnbyrgingina oman fyri Havnina og aftur til bilin. Túrurin tekur umleið 45 minuttir.

Um summarið ganga teir ymiskar tíðir á degnum, men um veturin ganga teir sum oftast í døgurðatímanum á middegi - tá ljóst er. Báðir siga teir seg at hava tað munandi betur eftir ein slíkan túr. Teir eru betur tilpass í allar mátar og orka betur at arbeiða.


Daglig kropsvenjing gevur:

1.Størri yvirskot og betri trivna
2.Svøvnurin verður betri
3. Arbeiðsorkan økist
4. Ein natúrligan lætta frá øllum strongdarkenslum
5.Mótstøðuførið verður betri
6. Minni vandi fyri slitgikt, beinbroyskni og hjarta- og æðrasjúkum
7.Kropsvenjing gevur eisini sterkari vøddar, spengur og liðbond.
8.Kropsbalansan verður betri og betri lungafunktión
9.Betri blóðsirkulatión og minni vandi fyri høgum blóðtrýsti
10.Sterkari hjarta og minni vandi fyri blóðtøppum