Ganga nýggjar leiðir við nýskapandi virki í Lorvík

Í næstum verður farið at byggja eitt slóðbrótandi virki í Lorvík, sum skal gagnnýta fiskalivur

Nýggj vinna

Gongst sum ætlað fer eitt nýskapandi virki at lata upp í Lorvík næsta vár, ella tíðliga næsta summar.
Talan er um eitt virki, sum skal gagnnýta livrina úr fiskinum, sum verður fiskaður undir Føroyum.
Tað eru bæði føroyingar og útlendingar, sum í felag ganga saman um hesa royndina at byggja eina nýggja vinnu upp í Føroyum.
?Hetta er ein roynd at fáa nakað burturúr einun parti av fiskinum, sum annars verður tveittur fyri borð aftur, sigur Egil Olsen, sum er ein av høvuðsmonnunum aftanfyri nýggja virkið.
Ongin hevur meiri enn Egil Olsen tosað um at fáa meiri burturúr fiskiríkidøminum undir Føroyum, ikki minst tí partinum, sum annars ikki verður gagnnýttur. Hann er ivaleysur í, at gangnýta vit ikki allan fiskin, sum hann er, fara stór samfelagslig virði fyri skeyti.
Og livravirkið, sum nú skal byggjast í Lorvík, er fyrsta veruliga stigið til at skapa samfelagvirði burturúr tilfari, sum annars fyri mesta partin fer fyri skeyti.
Egil Olsen sigur, at føroyski parturin av hesi verkætlanini verður 50% og útlendingar koma at eiga 50%.
Hann metir, at skulu alternativar vinnur byggjast upp í Føroyum, er tað fyri ein stóran part neyðugt at samstarva við útlendingar, sum frammanundan hava stóran førleika á økinum, ikki minst tá ið talan er um so serliga framleiðslu sum her.
Útlendska partin í livravirkinum eiga íslendska fyritøkan Lysi og norska fyritøkan Maritex,sum báðar eru serkønar á økinum frammanundan.
Føroyska partin av virkinum eina Faroe Marine Biotech, sum frammanundan samstarvar við Lysi og Maritex. Annars eru menninir aftanfyri høvdavirkið í Lorvík við í ætlanini, umframt Kovin í Sandavági og ymsir rávøruútvegarar, tað eru skip.

Fýra krónur kilo
Egil Olsen sigur at ætlanin við virkinum er at vinna lýsi burturúr livrini og tað, sum síðani er eftir, verður malið til mjøl.
Men ætlanin er, at tann besta livurin skal førast vestur til Sandavágs at vera niðursjóðað á Kovanum, men annars skal livur bræðast á virkinum í Lorvík.
?Eini 8-10% av fiskinum er livur. Tað merkir, at tilsamans kunnu vit fáa eini 8000-10.000 tons av livur burturúr tí fiski, sum verður fiskaður undir Føroyum.
Men Egil Olsen sigur, at teir vóna at fáa 3.000 tons av livur, í fyrsta umfari í hvussu so er.
Ætlanin er eisini at lata skipunum ein prís fyri livrina sum helst skuldi gjørt tað áhugavert hjá teimum av fingið livrina til høldar og avreitt hana.
? Vit ætlað at lata fýra krónur fyri kilo av livur. Men fáa vit møguleikan at byggja virkið upp sum vit vóna, ivast vit onga løtu í, at prísurin fer at hækka bæði eina og tvær krónur, ella kanska enntá meiri, sigur hann.
Hann vónar sostatt, at hetta er nóg mikið til at skipini verða sinnað at taka livrina til høldar.
Egil Olsen heldur ikki, at samfelagið kann góðtaka, at ein stórur partur av okkara fiskatilfeingi, verður tveitt fyri borð aftur, tá ið tað annars kundi verðið gagnnýtt, so hann vónar, at hetta fer at eggja skipunum til at taka livrina.
Hann sigur, at av teimum 3.000 tonsunum av livur, teir vóna at fáa, fara eini 20%, ella 600 tons til Sandavágs at verða niðursjóðað.
Burturúr restini, sum eru eini 2.400 tons, fara teir at fáa góð 1.200 tons av lýsi og góð 500 tons av mjøli.
Teir vænta at fáa eini 11 krónur fyri kilo av lýsi og einar fimm ella seks krónur fyri kilo av mjøli, tá ið tað verður selt á marknaðinum
? Ætlanin er, at virkið í Lorvík og tey útlendsku virkini, Maritex og Lysi, skulu samstarva um søluna, so at hon verður samskipað við tí endamáli at fáa sum mest burturúr. Keypararnir kunnu teljast á aðrari hondini og fyri at fáa nakað burturúr, verður neyðugt at samskipa søluna.
Hann leggur afturat, at talan er um eina íløgu uppá góðar 10 milliónir í alt.
Men slík virki eru ógvuliga tøknilig við nógvari framkomnari útgerð, so talan verða ikki um so nógv arbeiðspláss, kanska eini 6-10 fólk, mest teknikarar av ymsum slagi, umframt arbeiðið, sum hetta kastar av sær á Kovanum í sambandi við livrina, sum verður niðursjóðað.