Í morgin verður skipað fyri gongutúri eftir kirkjugøtunum.
Vallaragongdin byrjar úr Hoyvíkar Kirkju kl. 09.00, og er ætlað øllum áhugaum.
Byrjað verður við morgunsangi, og gingið verður síðani oman í Havnar Kirkju og víðari út í Vesturkirkjuna. Farið verður inn í báðar kirkjurnar, hoyra eitt orð og syngja ein sálm, sum tey luttakandi kunnu hugsa um.
Síðani gongur leiðin yvir Kirkjubøreyn, og steðgað verður við Reynsmúlalág at eta matpakka og eisini verður ein andaktsløtu tá.
Gonguferðin endar út á seinnapartin í Kirkjubøar Kirkju.
- Hetta er ein drúgvur túrur, um seks sjey tímar, tá ið steðgirnir eru roknaðir uppí, so gott er at hava matpakka og drekka við. Nakrar partar av túrinum verður gingið í kvirru. Tað er eitt gott upplivilsi at fara vallaragongd, og áhugavert at ganga kvirrur í egnum tonkum, njóta náttúruna og hoyra uppbyggjandi orð í steðgunum, sigur Sonja Klein, sum skipar fyri túrinum.
Aftan á túrin koyrir bussur aftur til Havnar .









