Aftur í ár verður skipað fyri gongutúri úr Hoyvík til Kirkjubøar. Byrjað verður leygarmorgunin 17. mai í Hoyvíkar Kirkju við morgunsangi.
-Haðani ganga vit oman í Havnar Kirkju og víðari út í Vesturkirkjuna. Vit fara inn í báðar kirkjurnar hoyra eitt orð og syngja ein sálm, sum vit kunnu hugsa um. Síðani gongur leiðin yvir Kirkjubøreyn. Steðgað verður við Reynsmúlalág at hava eina andaktsløtu. Gonguferðin endar út á seinnapartin í Kirkjubøar Kirkju, skrivar folkakirkjan.fo.
Hetta er ein langur túrur, so gott er at hava matpakka og drekka við. Leiðari á gongutúrinum verður Sonja Klein, prestur.