Ganga fyri friðing á Víkum

Í morgin verður skipað fyri gongutúri í Vágum. Endamálið við túrinum er at varpa ljós á ónøgdina um, at tað skal vera laksaaling á Víkum. Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag hevur kært avgerðina til Yvirfriðingarnevndina, og tað er Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, sum skipar fyri gongutúrinum.

 

- Tað er ein góður máti at seta fokus á økið, so at fleiri hava møguleika at síggja tað og síggja hvønn týdning tað hevur, at vit varðveita náttúruna óspilta, siga umboð fyri Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag í samrøðu við Kringvarpið.

 

Alingin á Víkum byrjaði í vetur, og síðan tá hevur Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag gjørt vart við sína ónøgd. Hetta skriva tey á facebooktiltakinum: 

 

- Tíbetur ber framvegis til at njóta vatnið, áirnar og stórfingna langslagið. Nú er økið aftur hótt, og hesa ferð er tað laksaling, sum skal vera á Víkum. Tað er okkara vón, at náttúran á Víkum verður varðveitt og framhaldandi fer at skapa gleði hjá komandi ættarliðum.

 

Gongutúrurin byrjar klokkan 13, og farið verður úr Vatnsoyrum. Mett verður, at túrurin tekur áleið 5 tímar.