Ganga Føroyar suður og norð

Eins og undanfarin ár verður gongutúrurin úr Akrabyrgi í Enniberg á skránni. Og um nóg stór undirtøka verður fyri tí, verður eisini skipað fyri gongutúri úr eyst og vest einaferð í juli mánaði

Fyri triðju ferð verður hesin gongutúrurin aftur á skránni. Túrurin byrjar leygardagin 3. juli og endar leygardagin 10. juli.
Kunningarstovan í Havn hevur í samstarvi við hinar kunningarstovurnar og gongufeløgini kring landið gjørt av at bjóða áhugaðum eina uppliving fyri lívið, verður sagt av kunningarstovuni.
Ætlanin er at fylgja varðagøtunum og at hava staðkendir ferðaleiðarar við, ið kunnu greiða frá um søgu og sagnir á leiðini. Tey, ið fara við, mugu hava soviposa og ryggsekk við. Gist verður á vallaraheimi og ella gistingarhúsi.
Í 2000 og 2001 varð gingið úr Akrabyrgi í Enniberg. Men í 2002 høvdu fólk hug at royna at ganga av Eystfelli í Mykineshólm. Tveir spennandi túrar við søgum , sagnum og stórbærari náttúru, sigur kunningarstovan í tíðindaskrivi.
Øll, ið orka at ganga 5-7 tímar um dagin í eina viku, kunnu koma við. Tað ber eisini til at tekna seg fyri partar av túrinum, um so er at tíðin ikki loyvir einum at vera við allan túrin.
Um áhugi er fyri tí, verður eisini gingið eystur-vestur seinni í juli. Til ber at tekna seg á Kunningarstovuni á tlf 315788 ella á visittorshavn@visittorshavn.fo