Føroya Náttúru- og Umvørvisfelag skipar leygardagin 6. juli fyri fólkafundi í Ergidali, har ætlanin er at mótmæla ætlanunum at orkuútbyggja í Ergidali.
- Orkufeløg skulu ikki hava loyvi at brúka vøtn til streymframleiðslu, uttan at nakar veruligur myndugleiki, sum varðar av náttúru, er skipaður í Føroyum, og sum kann tryggja, at farið verður fram við skili og við náttúruni í huga, boðar FNU frá og vísir til ætlaðu úorkuútbyggingarnar hjá SEV í við vindmyllum og pumpuverki.
- At brúka vøtnini í Ergidali er eitt mistak, og fer at broyta landslagið og vistskipanina í økinum. Heldur enn at leggja orkuframleiðslu út í ta fríu náttúruna, hevur FNU ta sjónarmið at orkuframleiðsla skal vera nærri orkubrúkaranum.
Tað var á kunningarfundi í september í fjør, at SEV legði fram ætlanirnar at útbyggja orkuverkið við nýggjari pumpuskipan við Miðvatn og Vatsnesvatn. Á sama fundi greiddi Umhvørvisstovan frá útboðnum um vindmyllulund í Porkerishaga, ið SEV herfyri vann.
FNU hevur áður mótmælt ætlanunum við orkuútbyggingunum, sum tey meta vera vanlukkuliga fyri náttúruna í økinum.
- Men søgan og náttúran í Ergidali er serstøk, og friðingarmyndugleikar áttu at tala fyri, at Ergidalur fær frið, vóru boðini frá FNU, eftir at ætlanin varð almannakunngjørd í fjør.
Farið verður avstað frá Víkingasavninum í Hovi, og gingið verður til Vatnsnes og Bessavatn.










