Hann kundi avdúka fyri enska blaðnum The Sun, at tey bæði vóru ósamd um navnið á komandi barninum. Gallagher sjálvur hevði tó tvey nøvn, ið vóru ovast á listanum Genghis og Gandhi. Men frúan var, so løgið tað nú einaferð ljóðar ikki serliga glað fyri nakað av hesum nøvnunum. Gallagher helt tó, at tað ljóðaði stak væl við fornavni og eftirnavni, ið byrjar við G.










