Gandatónleikur á G!

Dánjal á Neystabø er at samanbera við ein gandakall við einum violinboga, og eftir ætlan skal hann ganda á G! Festivalinum í summar G! Festivalurin 2009 er í holt við at kunngera seinasta part av skránni. Seinastu kunngerðirnar hava allar verið um luttøku av føroyskum bólkum og einstaklingum, og tann nýggjasta snýr seg um fólkatónleikaran, Dánjal á Neystabø, ið verður sammettur við gandakall, sjórænara og sirkurmeistara. G! skrivar soleiðis í tíðindabrævi:

?Hann situr handan klaverið og dirigerar violinum, hornorkestrum, mandolinum og einum og hvørjum ljóðføri, hann hevur hug at brúka - og tey eru mong. Tað er ómøguligt í

kaotiska meldrinum av tango, klesmer, balkan, polka og fólkatónleiki annars, at peika á nakran felagsnevnara, annan enn Dánjal sjálvan. Men tað er júst poengið. Við sínum mongu og djúpu royndum sum bæði

tónleikari og sjónleikari, megnar hann á ein heilt serligan hátt at draga leysu flaksandi endarnar saman í eina eind, sum ikki bara gevur meining, men sum veruliga talar. Ígjøgnum hendan tónleikin sigur Dánjal

søgur, sum á stuttligan, klókan og snildan hátt lýsa lívið í vesturlendska veruleikanum, vit eru í.

Sum øll, sum hava verið so heppin, at hava hoyrt Dánjal framføra á palli vita, so er tað har tónleikurin veruliga blívur livandi. Tónleikurin og søgurnar blíva heilt veruligar, og tú kanst sum lurtari ikki annað enn latað teg ríva við. Á pallinum blívur Dánjal soleiðis ein sigoynari, besettur av anda Tom Waits. Ein gandakallur við violinboga. Ein hysteriskur sirkusmeistari, sum pískar trompetspælandi klovnar. Ein sjórænari, sum dansar uppi á eini kistu fullari av tónagulli. Tú hevur møguleikan at síggja sjórænararin dansa í summar, tá Dánjal saman við einum úrvalsliði av nøkrum av bestu (fólka)tónleikarum í norðanlondum fer at trína pallin á G! Festivalinum í summar.?