Gandakend løta við Sveini

Sveinur hevur nú sungið fyri – møguliga – seinastu ferð í kvøld. Hetta gjørdi hann saman við heimskenda danska bólkinum Oh Land. »Sun of a Gun« eitur lagið lagið og í so máta rakti Sveinur málið.

 

Aftur hesaferð fekk Sveinur frálík skoðsmál, hóast talan ikki var um nakað rokklag. Tá verturin Line spurdi Bodil Øland, songkvinnuna í bólkinum, hvat tað gav sanginum at hava Svein á pallinum.

– Tað sigur seg sjálvt. Sveinur hevur vilja og orku, sum bara vil nakað, segði songkvinnan í Oh Land, Bodil Ølund.

 

Cutfather var snøgt sagt bergtikin av Sveini.

– Hetta var ein gangakend løta, ið gav mær gásarhold, segði Cutfather.

 

Mynd: Sveinur og Bodil Ølund á pallinum (Mynd: Rólant Waag Dam)