Gandakallur á fløgu og í Rex

Brandur Jacobsen, trummuleikari, hevur á øðrum sinni givið út fløgu,ið kallast A wizards journey. Í kvøld spæla Brandur og hansara menn í Rex

Á ferð við tónleikaligum gandakalli. Nakað soleiðis kann ein hóskandi byrja umrøðu av nýggju fløguni hjá Brandi Jacobsen, A wizards journey.
                      Hetta er onnur fløgan hjá trummuleikaranum Brandi Jacobsen. Talan er um jazztónleik, tónleik, ið er improviserandi og sum verður settur á hillina, ið nevnist norðurlendskur jazzur. Eisini sambært Brandi sjálvum.
                      At trummuleikarar geva solofløgur út er í sjálvum sær sjáldsamt. At siga, at fløgan er sjáldsom, er kanska at gera ov nógv av, men helst er tað so, at hetta er ikki tónleikur, ið stóra fjøldin lurtar eftir í gerandisdegnum. Og tí ikki tónleikur, ið kemur út í Føroyum á hvørjum degi.
                     
Hugløg
Men talan er um flott løg, sum trummuleikarin hevur komponerað á Rhodes klaver, sum hann eisini spælir á fløguni.
                      Góðu tónleikararnir, ið Brandur hevur við sær, fáa eisini kabalina at ganga upp.
Aðrastaðni hevur verið nevnt, at hetta eru undirløg, løg ið vanta melodi. Góð til filmtónleik t.d.
                      Eri ikki heilt samdur, men partvís kann hetta sigast. Í støðum er kanska nakað tunt. Men styrkin við slíkum tónleki er júst opinleikin. Bæði hjá lurtarum, men ikki minst hjá tónleikarum.
                      Her er rúm fyri improvisatión. Talan er í stóran mun um huglag, stemning. Og síðani verður bygt kring hetta og burturúr kemur ávíst huglag, kanska fleiri. Nakað sum tá málarar heldur práta um litir og ljós, heldur enn motiv, myndevni. Sveimandi, heldur onkur ? gott og flott, siga onnur.
                      Ferðin við fívlinum, gandakallinum, er spennandi og fjølbroytt, hóast fá ljóðføri. Og styrkin er ymsu hugløgini og góðu tónleikararnir, ið megna uppgávuna at tulka hesi.
                      At umrøða hugløg og abstrakatar myndir kann skjótt gerast til tóm og doyvandi orð, sum eru betri ósøgd. Her skal verða talan um upplivingina hjá hinum einstaka av ávísa verkinum.
 
Góð manning
Brandur er royndur í leikum. Men saman við júst hesi manningini hevur hann eisini drúgvar royndir. Bólkurin var grundarlagið undir fyrstu fløguni hjá Eivør og nevndist tá Ivory.
                      Brandur spælir á nýggju fløguni trummur, ásláttur og Rhodes, Mikal Blak spælir bass, og Búi Dam guitar. Afturat sær hava hesir fingið Ólav Olsen á trompet,
                      Og Brandur hevur sjálvur nevnt í viðtali, at hetta var gott val, tí Ólavur er dugnaligur og riggar saman við manningini.
                     
Livandi
Tónleikaslagið ger, at tónleikurin ofta er líka góður á palli, sum á fløgu. Tey, sum hava ognað sær fløguna, hava møguleika at hoyra tónleikin live í kvøld. Tað hava tey, sum umhugsa at keypa fløguna eisini.
                      Tí í kvøld, fríggjakvøld, fara Brandur og hinir á pallin í Rex, har løg av fløguni m.a. verða at hoyra.