Henry og Asger møttust fyrstu ferð fyri sløkum 55 árum síðani, tá teir gingu á bíbliuskúla í Danmark veturin 1956-57 Í komandi viku møtast teir aftur - 76 ára gamli Henry Jarnskor av Strondum og 75 ára gamli Asger Jensen (myndin) av Bornholm, sum fer at halda møtir kring landið.
Asger Jensen er, sum vituligt er farin frá við eftirløn, eftir eitt drúgt arbeiði sum skrivstovumaður í byggifyritøku á Bornholm. Men tað hevur hvørki tikið hug ella áræði frá honum at boða gleðiboðskapin. Hann hevur virkað á ymiskum støðum, m.a. sum frítíðartrúboðari í luthersku missiónini í Noregi.
Nú standa so Føroyar fyri tørni, og hesar dagarnar hann vitjar her fer hann at halda møtir á nógvum ymiskum støðum. Fyrsta møtið verður fríggjadagin í komandi í Leirvík, og síðani verða møti hildin í Emmaus í Klaksvík, Hellunum og á Skála.
Asger Jensen hevur verið tvær ferðir áður í Føroyum og havt møtir.
- Vit hava møtt stórari vælvild frá fólki, og tí gleða vit okkum at koma aftur nú, sigur Asger Jensen.