Gamlir vinir dansa úti í Grøv

Mikudagin 5. juli verður eitt tiltak fyri eldri og øll onnur, sum eru áhugað. Tað er áhugabólkurin fyri eldri í norðoyggjum, sum skipar fyri tiltakinum.
Á skránni verður millum annað felagssangur og limir úr Gamle venner dansibólkinum úr Danmark luttaka eisini á tiltakinum.
Um veðrið ikki verður til vildar mikudagin, verður tiltakið flutt í Skálan.
Fyrstu ferð, at eldraráðið skipaði fyri eldrahugna í norðoyggjum var í 1998. Síðani tað hevur tiltakið verið á hvørjum ári og onnur við. Undirtøkan hevur verið góð undanfarin ár, og vóna fyriskipararnir, at tað verður tað sama í ár.