Gamlir tónleikarar heiðraðir

Musikkskúlalærarafelagið heiðraði í dag trimum av teimum, ið hava verið vil til at mynda Føroya Symfoniorkestur. Boðað varð frá at Sunleif Rasmussen leggur frá sær í nevndini Tað vóru Kanny Sambleben og Magne Synnevåg, báðir úr Noreg, ið tóku stig til at seta eitt symfoniorkestur á stovn í Føroyum. Kanni Sambleben greiðir frá, at hugskotið bara var komið til teir, og teir fóru beint undir at savna tónleikarar. Tveir av teimum, ið viðvirkaðu á frá byrjan vóru klaksvíksingarnir Bogi Lützen og Alex Sólstein, ið vóru eisini vóru heiðraðir í dag. Magne Synnevåg er í dag búsitandi í Noreg, og var tí ikki við.

 

Á fundinum varð eisini boðað frá, at Sunleif Rasmussen ikki longur er í nevndini hjá Musikkskúlalærarafelagnum. Hann metir seg hava tænt sína skyldu, eftir at hava sitið í nevndini í sjey ár.

Eitt av tungu málunum, ið hann hevur tikist við, er tímapengamálið, ið fyrr gav lærarunum, ið ferðast millum og til skúlar, pengar fyri hetta. Hendan lønin varð strikað av Mentamálaráðnum fyri hálvum øðrum ári síðan, síðan hevur ikki verið semja millum felagið og Mentamálaráðið.

Musikkskúlalærarafelagið skrivaði undir sáttmálan seinasta fríggjadag, ið nú gevur lærarunum avspáking fyri ferðing.