Gamlir slagarar í Tvøroyrar Klubba í kvøld

Í kvøld hevur Lionsklubburin í Suðuroy dans í Tvøroyrar Klubba, har Hans Jacob og vinmenn fara at spæla. Hans Jacob Hjelm er oddamaður í bólkinum og vinmenninir eru Jens Johannesen og René Jespersen.

Bólkurin er sera væl samanspældur og í dansinum í kvøld fara teir at spæla allar teir góðu gomlu dansislagararnir, ið plagdu fáa futt í dansigólvið.

Lionsklubburin í Suðuroy skipar í dag fyri firmakapping í innandurðafótbólti í Ítróttarhøllini í Trongisvági og har eru fleiri enn 70 mans komnir saman at sparka og tiltakið hjá Lions endar sostatt við stórdansi í Klubbanum í kvøld.

Allur ágóðin frá báðum tiltøkum, fer óskerdur vil vælgerandi endamál.

Á myndini síggjast Hans Jacob, í miðjuni og teir báðir vinmenninir, Jens Johannesen, vm og René jespersen.