Sunnudagin komandi, 25. mai, er ætlanin at savna saman allar fyrrverandi og núverandi leiðarar og gamlar skótar frá tíðini á Bakkahellu og fram til dagin í dag, sum hava virkað í Skótaliði Sigmunds Brestissonar og Tóru Sigmundsdóttir, til ein gongutúr niðan á Húsareyn og so víðari haðani.
Ferðaleiðari verður Tryggvi Sondum.
Aftan á gongutúrin verður farið oman í skótahøllina til ein drekkamunn, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.
Til ber at melda seg til gongutúrin hjá Tryggva, tel 313429, hjá Høgna tel 328145/211030 ella hjá Hildur tel 319418/219418