Gamlir skótar sóknast eftir gomlum skótum

Leitað verður aftur á gamlar gøtur, nú gamlir skótar frá Føroya Skótasambandi skipa einum »komsammen« 27. apríl.

– Tað hevur tó ikki eydnast at fingið fatur í øllum, ið plagdu at skótast við teimum gulu (og bláu!), og tí verður roynt at finna fram til teirra hendan veg, skriva skótarnir í tíðindaskrivi.

Byrjað verður við busstúri frá Skótahøllini við Havnará niðan á Lambafelli kl 16.00, har skipað verður fyri stuttum gongutúri á umleið ein tíma.

– Síðani koyrir bussurin oman aftur í Skótahøllina, og borðreitt verður við nátturða frá Leif Sørensen, meðan skrøggað verður um gamlar dagar, skriva fyrireikararnir.

Tey, ið framvegis ikki hava boðað frá luttøku, men sum kundu hugsað sær at verið við, kunnu boða Tryggva Sondum frá, heilsa teir.