Í sambandi við at tað nú leygardagin 11. september eru 100 ár síðani kórleiðarin Hans Jacob Højgaard, sáli, varð borin í heim, verður stór konsert í Fríðrikskirkjuni leygardagin.
Eitt av kórunum sum fer at syngja er eitt samansett kór við eldri og yngri sangarum. Hugsað verður bæði um tey, ið hava sungið við Toftakórinum hjá Hans Jacob Højgaard og tey, sum hesi seinnu árini hava sungið hjá Mikael Johan Heinesen.
Fyrsta venjingin hjá tí stóra kórinum verður í kvøld, týskvøldið 7. september, kl. 19.30 í Fríðrikskirkjuni. Konsertin verður leygardagin klokkan 18. Kórleiðari er Mikael Johan Heinesen.
Tað stóra kórið fer m.a. at syngja svenska sangin "Så ljuder nu", sum javnan varð sungin sum endasangur á konsertum, tá Toftakórið segði farvæl, m.a. tá tey í gamlum døgum høvdu verið á konsertferð í Havn. Tann danski "Matrosens mørkningssang", ið er betri kendur sum "Blanke dønninger", er eisini á skránni, og hann vekir góð minnir hjá teimum eldru sangarunum. Hini løgini hjá tí stóra kórinum eru kend løg hjá Hans Jacob Højgaard.
Á konsertini leygardagin fer Kirkjukórið at syngja sangir hjá tónaskaldinum av Toftum. Fleiri av sangunum eru minni kendir. Og eitt gentukór við næmingum úr Tofta skúla fer at syngja nakrar av barnasangunum hjá Hans Jacob Højgaard.
Myndatekstur:
Jórun Hansen musikkskúlanæmingur spældi løg hjá Hans J. Højgaard á klaver, tá framsýning um tónaskaldið og kórleiðaran lat upp í Fríðrikskirkjuni leygarkvøldið. Nú leygardagin sleppa kórini fram at á stórari konsert










