Fríggjakvøldið hittast gamlir KFUM-skótar og núverandi leiðarar í skótahúsinum á Kambsdali. Serligur gestur verður kendi danin Lars Kolind. Fríggjakvøldið 13. juni verður døgurði, hugnaløta og fyrilestur fyri øllum gomlum KFUM-skótum og núverandi leiðarum í skótahúsinum á Kambsdali. Eisini kemur danski íverksetarin, vinnulívsmaðurin, rithøvundin og skótin Lars Kolind at greiða frá.
Endamálið er at savna allar gamlar skótar ? virknar sum óvirknar ? til eitt hugnaligt kvøld í skótahúsinum á Kambsdali. Har ber til at møta gomlum skótavinum, ein hevur møtt á legum, í patrúljum og annars havt allar hugsandi skótaupplivingar saman við.
Lagt verður upp til, at her kann reypast um gomul skótabrøgd og hvørt av sínum. Skótahúsið á Kambsdali letur upp kl. 18 og kl. 19 verður fyrilestur, døgurði og hugni. Kl. 21.30 verður riggað av við legubáli.
Umframt at gamlir dagar og góð minni eru á skránni, verður hesa løtuna eisini gjørt status og hugt eitt sindur frameftir, tí greitt verður bæði frá skótaarbeiðinum, sum tað er í dag, og hvørjar ætlanirnar eru fyri framtíðina.
Serligan gest
Tað hevur eydnast fyrireikarunum at fáa kenda danska íverksetaran, vinnulívsmannin og rithøvundin Lars Kolind, sum vitjar í Føroyum um somu tíð, at halda fyrilestur um hansara lív sum KFUM-skóti gjøgnum eitt langt skótalív, bæði í heimligum og altjóða umhvørvi.
Fyrireikararnir vóna, at allir »gamlir« skótar tekna seg til tiltakið á telefon 210676 í seinasta lagi hósdagin og møta fjølmentir. Kostnaðurin fyri kvøldið er 225 krónur.