Gamlir kenningar venja við HB

Fleiri gamlir kenningar eru til venjing hjá HB

Í seinastu viku byrjaðu HB og Sigfríður Clementsen fyrireikingarnar til komandi kappingarár, tá venjingin hjá HB byrjaði. Eitt nýtt andlit var tá til venjing, sum var fyrrverandi Víkinga leikarin, Dánial Pauli Lervig, ið dagliga býr í Havn.

 

Men fyrr í kvøld boðaði HB frá, at ein gamal kenningur fer at spæla við felagnum í næsta ár, tí Levi Hanssen hevur gjørt sáttmála við HB til komandi kappingarár.

 

Men Levi Hanssen var ikki tann einasti gamli kenningurin, sum var til venjing hjá HB í kvøld. Har vóru nevniliga eisini fleiri aðrir fyrrverandi HB leikarar, ið allir hava roynt at vunnið FM-heitið við felagnum.

 

Millum leikararnar sum í kvøld vóru til venjing, vóru HB legendan, Andrew av Fløtum, Bárður Olsen og Poul Thomas Dam. Tað er tó ógreitt um teir tríggir koma at vera partur av hópinum hjá HB til komandi kappingarár.

 

Sigfríður Clementsen hevur enn ikki sett navn á nýggja hjálparvenjaran hjá sær, men til venjingarnar í vetur, er tað eisini ein fyrrverandi HB leikari, sum hjálpir honum. Tað er Rasmus Nolsøe, sum hevur spælt nógv kappingarár við HB.