Ítróttur
Longu í 1957 tóku Sandgerði í Íslandi og Vágur upp vinabýarsamstarv og var Vágur fyrsti býur í Føroyum, ið hevði slíkt samstarv. Tí kom eisini í lag samstarv millum felagið Reynir og VB.
Í 1957 vitjaðu Reynir fyrstu ferð í Føroyum. Síðani hevur vinalag og samstarv verið, onkutíð meir og aðrar tíðir minni. Men ofta hevur verið vitjað hvør hjá øðrum.
Fimm íslendingar úr Reynir, sum minnast gamlar dagar og í felag við nógvar vágbingar eiga gomul minnir frá vinasamstarvinum innan ítrótt, høvdu leitað sær til Vágs at taka lut í 100 ára veitsluni hjá VB leygarkvøldið.
Teir eru brøðurnir Helgi Maronsson og Tórur Maronsson, brøðurnir Magnus Gislasson og Eyðálfur Gislasson og Sigurður Guðjónsson.
Nógv er broytt, síðani teir fyrstuferð vitjaðu og sigldu seks tímar úr Havn og til Suðuroyar. Og gangast mátti millum Vág og Tvøroyri, tí vegur var ongin.
Tórur Maronsson fekk í 1957 heiðurin at vera fyrsti maður úr Íslandi, sum tosaði í tá nýstovnaða føroyska útvarpinum. Niels J. Arge hevði samrøðu við hann.
Leiðin gekk til Íslands aftur mánadagin, men hóast teir hava vitjað nakrar ferðir síðani 1957, so skerst ikki burtur, siga teir, at tað eru kenslur og vinarbond knýtt, sum halda alt lívið og er tað tí kensluborið at vitja og ikki minst siga farvæl.