Upptakt
Triðja vikuskiftið upp í slag eigur B36 heimadyst, tá EB/Streymur kemur á vitjan. Tað hevur tó verið misjavnt, hvussu heimadystirnir hava hylnast árstalsfelagnum, og tí er einki at ivast í, at trý stig eru kravið sunnudagin.
Klæmint við aftur
Í mun til tapið fyri NSÍ tykist størsta broytingin hjá B36 vera, at teir nú aftur hava Klæmint Matras tøkan á miðvøllinum. Hann hevur verið skaddur stóran part av árinum, men alla hesa vikuna hevur hann vant við fullari ferð, og tí verður vónað, at hann endiliga er førur fyri at spæla allar 90 minuttirnar á miðvøllinum.
Eisini Tróndur Vatnhamar, sum hevur verið skaddur í knænum, tykist nú at vera tøkur aftur, og so er spurningurin, um hann sleppur í málið aftur, ella um avloysarin, Rene Tórgarð, hevur ognað sær sessin millum stengurnar.
Hjá EB/Streymi tykjast eingir trupulleikar vera við skaðum ella øðrum, nú teir vitja í Havn.
Jákup Martin Joensen var ikki við, tá javnleikurin á Tvøroyri kom til høldar, men roknað verður fyri vist, at hann verðru klárur.
Jákup Martin er annars ein av fýra spælarum, sum sunnudagin skulu spæla móti fyrrverandi liðfeløgum. Hjá EB/Streymi er talan umframt Jákup Martin um Ronnie Samuelsen, sum frá ?95 og fram til summarsteðgin í fjør var í árstalsfelagnum, umframt Andrzej Pacek, sum royndi seg hjá B36 eitt stutt skifti í fjør.
Hartil kemur at Egil Zachariasen hjá B36 upprunaliga kemur úr Streymi, so eisini fyri hansara viðkomandi verður talan um dyst móti gomlum vinum.
Vinskapur ella ei, so er tó einki at ivast í, at báðir partar sunnudagin fara at gera alt teir eru mentir til tess at tryggja sær stig fyri dystin.