Tað er nú greitt, at fleiri politikarar, sum antin vóru givnir í politikki, ella vóru á veg úr politikki, framvegis hava hug at blanda seg upp í.
Og so eru eisini nýggj, men kend andlit eisini á veg upp í politikk
Fleiri gamlir kenningar eru á valevnislistum, sum verða kunngjørdir í næstum.
Sosialurin, sum kemur á gøtuna, í dag skrivar, at javnaðarmaðurin, Hendrik Old, sum ikki stillaði upp á seinasta vali, verður aftur valevni hjá Javnaðarflokkinum hesuferð.
Somuleiðis er greitt, at Kristina Háfoss, sum hevur verið løgtingskvinna og landstýriskvinna fyri Tjóveldi, hevur gjørt av bjóða seg fram aftur og hon er valevni hjá flokkinum á løgtingsvalinum, sum stundar til.
Og Heini O. Heinesen, sum ikki slapp á listan hjá Norðoya Tjóðveldisfelag, er heldur ikki liðugur í politikki enn, tí hann er sloppin á listan hjá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag og verður sostatt valevni aftur hesuferð.
Annars skrivar Sosialurin eisini, at Ingi Sørensen, sum gjørdust landskendur við sínum avgjørdu meiningum í sendingini Fólksins Rødd, hjá Sjónvarpinum, er eisini valevni hjá Tjóðveldi.
Og hann hevur ikki slept sínum avgjørdu meiningum, tí við Sosialin sigur hann, at eftir hansara tykki eiga vit at gevast at drepa grind. Men hann sigur eisini, at hann elskar bygdamenn, men at hann meinar hvørt orð, hann hevur sagt um átrúnað.