Gamlir garpar aftur í eldin

Fleiri av royndu leikarunum, sum ikki vóru við H71 í fjør, vera aftur at síggja í hópinum í ár. Halgir Dahl-Olesen, sum hevur havt stórar trupulleikar við knøunum, verður partur av hópinum í ár, men tað er tó ivasamt, hvussu nógv stórskjúttin fer at spæla. Harafturat fer Jens Skipagøta at taka kappingina up við Levi Nybo í málinum. Eisini Eyðun Højgaard, sum hevur verið búsitandi í Danmark, er komin heim aftur, og hann verður helst at síggja á høgra vongi hjá hoyvíkingum. Hesir tríggir kunnu allir geva liðnum eitt sindur av tí rutinuni, sum ungu spælararnir helst manglaðu í fjør.