Gamlir Fostbræður vitjaðu Rás2

(Sjónbandaupptøkur) Manskórið við royndu og gomlu sangarunum sang tveir sangir í Rásarúminum

Gamlir Fóstbræður úr Íslandi vitja í Føroyum hetta vikuskiftið og hava konsertir í Vesturkirkjuni leygdag 7. juni kl. 17.00. Sunnudagin 8. juni hava teir konsert í Skúlanum við Ósanna í Klaksvík kl. 15.30. 17 sangarar syngja eisini á konsertini.

 


Fóstbræður, sum hava galmar røtur, er eitt av teimum bestu manskórunum í Íslandi, og eru Gamlir Fóstbræður er ein sálvstøðugur partur av hesum kóri.

 


Á skránni vera íslendskir og norðurlendskir sangir m.a. nakrir av teimum best dámdu íslendsku kórsangunum.

 

Ein av kendastu klaverleikarum í Íslandi, Jónas Ingimundarson, spælir á klaver til nakrar av sangunum.

 


Tenorurin Þorgeir J. Andrésson, sum hevur sungið við íslendsku opruni, er solistur á Føroyaferðini hjá Gamlir Fóstbræður.

 


Sangstjóri hjá er Árni Harðarson, sum eisini er komponistur og er stjóri á Tónlistaskúla Kópavogs, har m.o. eisini Jóannes Andreasen hevur verið lærari. Árni Harðarson er eisini sangstjóri hjá Karlakórinum Fóstbræður, sum hevur vitjað í Klaksvík fyrr og annars ferðast víða um í heimi.

 

 

Seint seinnapartin vitjaðu Gamlir Fostbræður Rásarúmið hjá Rás2, har vit filmaðu tvær YouTube upptøkur av teimum.

 

Gamlir Fostbræður kunnu síggjast og hoyrast á hesum báðum leinkjunum: https://www.youtube.com/watch?v=HbyPJj2We6k

 

Og eisini á hesari leinkjuni: https://www.youtube.com/watch?v=NxUSFpxyIBo