Fyri stuttum var danska álopslegendan, Jon Dahl Tomasson settur í starv sum svenskur landsliðsvenjari.
Við sær til Svøríkis hevði Jon Dahl Tomasson hjálparvenjarin hjá sær frá tíðini í Blackburn, Remy Reijnierse.
Men nú hevur Jon Dahl Tomasson knýtt ein hjálparvenjara aftrat venjaratoyminum. Talan er um gamla vinmannin hjá Inga Højsted frá lærlingatíðini í Arsenal, Sebastian Larson, ið spældi 403 dystir fyri Arsenal, Sunderland, Birmingham og Hull City.
Millum 2008 og 2021 leikti Sebastian Larson heili 133 landsdystir fyri Svøríki. Hann endaði sína yrkisleið við AIK Stockholm í 2022.
Sebastian Larson er fyribils settur til 1. juli, og hann fegnast um møguleikan at gera ein mun fyri Svøríki.
Jon Dahl Tomasson fegnast um at hava fingið ein so royndan fyrrverandi landsliðsleikara aftrat venjaratoyminum.











